10-05-2021, kl. 16:14
Petur Zachariassen
2021-05-10
10'arin

Í dag vóru tað fyrst feðgarnir Símun Petur og Finnur Justinussen, sum tosaðu um teirra tíð á GÍ/Víkingaliðnum og eitt vet um umfarið, sum var um vikuskiftið.

Í seinna tímanum var tað heilsuprát har fyrsti gestur var May-Britt Skoradal, sum tosaði um fótbólt og heilsu og síðani vitjaði Jákup Suni Berg, sum rekur Burn Klassik. Her var tosað um kanning, sum Magni Mohr hevur gjørt fyri Burn Klassik um venjing og heilsu.