01-09-2021, kl. 19:47
Heri Simonsen
2021-09-01 - Minnissending um Eyðfinn Drewsen 4. partur
AKTUELT, SAMRØÐUR OG LJÓÐBROT

Fjórði senditímin, minnissending um Eyðfinn Drewsen (1969-2021). Gestur hjá Peturi Zachariassen og Hera Simonsen hendan senditíman var James Olsen, ið hevði sendingar saman við Eyðfinni, bæði á fyrsta og øðrum Rás2. Eisini vóru remix, sangir og forkunnugt og stuttligt savnstilfar at hoyra, ið hevur samband við Eyðfinn, m.a. hæddarpunkt frá Quiztinum hjá Kringvarpi Føroya, ið Eyðfinn og James vunnu í Atlantis Bio í Klaksvík í 2009, har finalan var.