01-09-2021, kl. 19:52
Heri Simonsen
2021-09-01 - Minnissending um Eyðfinn Drewsen 5. partur
AKTUELT, SAMRØÐUR OG LJÓÐBROT

Fimti senditímin, minnissending um Eyðfinn Drewsen (1969-2021). Gestir hjá Peturi Zachariassen og Hera Simonsen hendan senditíman vóru Eyðun Eliasen, arkitektur sum hevur verið í sama húsi sum FM1 í nøkur ár, og Hilmar Jan Hansen, fyrrverandi starvsfólk hjá Rás2 og FM1, og sum samstarvaði væl við Eyðfinn. Eisini vóru remix, sangir og forkunnugt og stuttligt savnstilfar at hoyra, ið hevur samband við Eyðfinn.