04-03-2022, kl. 17:48
Heri Simonsen
2022-03-04: STÓRA Fótbóltspanelið undan kappingarbyrjan
FÓTBÓLTSPANELIÐ, ÍTROTTUR

Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo og Teitur Joensen vóru gestir hjá Tróndi Arge, og teir mettu um hvar tey 10 liðini í Betrideildini hjá monnum fara at enda hetta kappingarárið, hvør verður ársins spælari, hvør fær ársins gjøgnumbrot, og hvør verður toppskjútti. Jákup og Teitur skuldu eisini siga hvat teir væntaðu fór at vera tað mest sannlíka, og tað minst sannlíka sum fór at henda kappingarárið 2022. Spurningar og viðmerkingar frá lurtarunum vóru eisini í drúgvu sendingini. Tøkningur: Heri Simonsen.