06-03-2022, kl. 16:27
Heri Simonsen
2022-03-06: Fyrsti dysturin hjá Undrinum í næstbestu deildini - samrøða við Arnar Lognberg
FÓTBÓLTUR, ÍTROTTUR

FM1 fekk heilt stutt orðið á formannin hjá Undrinum, Arnar Lognberg aftaná dysturin í 1. deild millum B71 og Undrið FF var liðugur. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Rói av Fløtum legði Undrið FF á odda 1-0 við einum brotssparki undan steðginum. B71 javnaði í seinna hálvleiki við einum sjálvmáli. Talan er um fyrsta dystin og fyrsta stigið nakrantíð hjá Undrinum í næstbestu fótbóltsdeildini. Arnar Lognberg var rørdur tá dysturin fór í gongd mót gamla hjá sær, B71 á útivølli. Tíverri rakk sambandið bara til eina stutta samrøðu.