07-06-2022, kl. 22:47
Heri Simonsen
2022-06-07: Føroyar-Luksemborg 0-1 - Hoyr málið, samanumtøku og fimm samrøður við spælarar og venjara
FÓTBÓLTUR, ÍTROTTUR, SAMRØÐUR OG LJÓÐBROT

Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Jens Martin Knudsen siga frá brotssparksstøðuni og sigursmálinum, ið førdi til, at Luksemborg vann 1-0 á Føroyum í Nations League dysti á Tórsvølli. Hoyr samanumtøku hjá Jens Martini, og samrøður við spælararnar, Klæmint A. Olsen, Odmar Færø, Viljorm Davidsen, Mads Bo Mikkelsen, og við landsliðsvenjaran, Håkan Ericsson.