17-08-2022, kl. 20:17
Heri Simonsen
2022-08-17: B36-NSÍ 1-1 (1-1) - Hoyr málini, samanumtøku og samrøður: Dan Brimsvík og Bagge
FÓTBÓLTUR, ÍTROTTUR, SAMRØÐUR

Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Oddbjørn Joensen siga frá báðum málunum, ið komu í dystinum B36-NSÍ 1-1 (1-1). Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur gjørdi við høvuðsvenjararnar, Dan Brimsvík hjá B36 og Sámal Erik "Bagga" Hentze hjá NSÍ. Hoyr eisini Trónd og Oddbjørn taka samanum dystin.