21-09-2022, kl. 18:11
Heri Simonsen
2022-09-21: Hoyr Jóannes M. Hansen fortelja um Litava, søgu, mentan og nútíð
AKTUELT, SAMRØÐUR

Hoyr áhugaverdu og longri samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes M. Hansen, hálvan dalbing og hálvan hvalbing, ið er vaksin upp í gomlu bygdini á Argjum, og sum hevur búð og rikið virkið í Litava farnu 16 árini. Jóannes fortaldi útføriliga um søguna hjá Litava og høvuðsstaðnum, Vilnius, um mentan, mat og siðir í Litava. Jóannes staðfesti eisini, at tað er kurvabóltur sum er tann stóra ítróttargreinin í Litava.