Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matur fyri Pætur nr. 4 – Fiskafrikadellur og Klapptosk.

Her borðreiddu Anna og Óli við fiskafrikadellum og Klapptoski úr Gulllaksafarsi.

Fiskafrikkkadellur úr Sandvík 400 gr gulllaksafars 1 egg 1 spsk salt, ella minni 1 tsk pipar 1 tsk bakipulvur 1 barnaskeið eplamjøl 50 gr mjøl 1 leyk ein lítla lógva av tálg, gjarna salttálg, men smakkað so farsið til, áðrenn tú koyrir saltið í. Koyr alt í hvirlu við umleið 1/2 dl av køldum vatni, eftir metan. Klamsað, steik og et saman við góðum eplum og coleslaw av rivnum gularrótum og smátt skornum hvíttkáli. Dressingur til coleslaw 1 ílat súrróma 18 % 1 dl mayonnaise 2 tsk hunang 2 spsk dijon sinnop 1 tsk spíðskumman 1/2 dl æblesideeddik salt og pipar.

Lagt til rættis og tikið mynd: Stella Zachariassen