Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grønland fær mobilepay

Tað hevur tikið eitt sindur av tíð at gera skipanina klára til grønlendingar, men nú boðar Grønlands Banken frá, at nú fer bera til at gjalda við mobilepay. Enn eru ikki líkindi fyri, at gjaldingarmøguleikin verður ein møguleiki í Føroyum

Grønlandsbankin og grønlendska telefyritøkan Tusass boða frá, at nú verður tað gjørligt hjá grønlendingum at gjalda við mobilepay.

Mobilepay er ein app á fartelefonini, ið kann flyta pengar millum brúkarar uttan at rita inn á netbankan.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at grønlendska telefonnummarið verður knýtt at einum donskum telefonnummari. Síðan skulu grønlendingar, ið hava danskt CPR-nummar, upplýsa sítt fulla navn og síðan knýta eitt gjaldskort til gjaldsappina. Og so ber millum annað til at flyta pening beinleiðis millum fólk ella gjalda í handlum, á kaffistovum, loppumarknaðum og so framvegis.

Framvegis eingin loysn funnin til føroyska marknaðin

Føroysku peningastovnarnir hava í longri tíð havt samband við mobilepay um at fáa tænastuna at rigga til føroyska marknaðin. Men orsakað av tøkniligum forðingum, so er eingin loysn funnin, soleiðis at føroysk telefonnummør kunnu verða knýtt at einum donskum nummari.

Tó hava føroysku peningastovnarnir gjørt avtalu við mobilepay, sum ger tað møguligt hjá føroyingum, ið eru búsitandi í Danmark, at brúka hesa gjaldsloysnina.

Umleið 4,5 milliónir danir brúka appina, og mett verður, at omanfyri eina milliónir flytingar verða gjørdar við mobilepay um dagin.