Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

– Hvør dagur er merktur av ræðuleika

Jenis av Rana var atfinningarsamur bæði móti landsstýrinum og flokkunum á løgtingi, tá hann í dag sóknaðist eftir at vita, um Føroyar fóru at taka eina greiða støðu móti russisku innrásini í Ukraina

– Hetta er kanska øgiliga symptomatiskt fyri Føroyar. Hetta er kanska størsta mál, um tað er deyðatøgn á tingi. Eingin av hinum flokkunum hevur eitt orð at siga um hetta álvarsmál.

So bersøgin var Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá hann í dag setti munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um føroyskan politikk móti Russlandi.

Orsøkin til orðini hjá Jenisi av Rana var, at nú hann setti fyrispurning til løgmann, var einki annað tingfólk, ið hevði hug at taka orðið.

– Tað verður lagt meira merki til hetta úti í heiminum, enn vit geva okkum far um, segði Jenis av Rana og legði aftrat, at okkurt má henda í málinum.

– Hetta ber ikki til. Hvør dagur er merktur av ræðuleika, segði Jenis av Rana.

Jenis av Rana sóknaðist eftir at vita, um nakað bendi á, at landsstýrið fór at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis Russlandi og krígnum í Ukraina, og um hvat innihaldið í hesum politikki kundi hugsast at fara at vera. Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, nær hesin politikkur fer at vera klárur.

Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi “upp á tað harðasta” og vísti á, at arbeitt verður við at útgreina, hvørjar avleiðingar tær ymisku avgerðirnar, ið kunnu takast, fara at hava.

Aksel V. Johannesen segði, at ivaleyst eru hann og Jenis av Rana samdir um málið, og at hetta møguliga er álvarsamasta mál í politisku skipanini í løtuni. Ætlanin er tí at hava okkurt klárt at lata í uttanlandsnevndina í hesum mánaðinum, soleiðis at til ber at arbeiða fram móti einum felags uttanríkispolitikki móti Russlandi.

Les eisini...  Aðalorðaskifti um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í Løgtinginum í dag

Jenis av Rana fanst eisini at avgerðini at endurnýggja fiskivinnusamstarvið við Russland, men til hesar atfinningar gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at eingi alternativ vóru fyrireikað, og at við atliti til føroysku fiskivinnuna var tí neyðugt at endurnýggja samstarvið.

Løgmaður helt eisini, at tað var skeivt at halda, at aðrar avgerðir enn tær, ið Jenis av Rana metir vera tær røttu, ikki hava avleiðingar.

– Vit eru samdir um at gera tað rætta. Men at gera tað lætta er heldur ikki uttan avleiðingar. Óansæð hvat vit gera, hevur tað avleiðingar, segði Aksel V. Johannesen, sum altso væntar at hava okkurt klárt til uttanlandsnevndina, áðrenn mánaðurin er liðin.