Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nato skal hava nýggjan aðalskrivara í heyst

Sanna Marin, fyrrverandi forsætisráðharri í Finnlandi, verður mett at hava góðan møguleika at gerast nýggjur aðalskrivari í Nato (Mynd: Wikimedia Commons)

Tíðarskeiðið hjá Jens Stoltenberg sum aðalskrivari í Nato er við at enda, og dúgliga verður gitt, hvør skal taka yvir sum aðalskrivari

Eftir røttum skuldi Nato fáa nýggjan aðalskrivara í fjør, men vegna russisku innrásini í Ukraina, so valdi sitandi aðalskrivari, Jens Stoltenberg, at verða sitandi í eitt ár afturat.

Men í heyst skal nýggjur aðalskrivari finnast, og dúgliga verður gitt, hvør skal taka yvir sum aðalskrivari.

Eftir ætlan skal valið av nýggjum aðalskrivara vera upp á pláss áðrenn Nato-toppfundin í 2024, sum samstundis markerar, at tað tá eru 75 ár síðan, at Nato varð sett á stovn.

Nú fyrrverandi finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, er millum nøvnini í pottinum. Serfrøðingar meta, at hennara harði retorrikkur mótvegis Russlandi gera hana til ein av fremstu valevnunum sum nýggjur aðalskrivari.

Onnur nøvn, ið eisini blíva nevnd eru til dømis forsetin í Slovakia, Zuzana Caputova, núverandi forsætisráðharrin í Litava, Inrida Simonyte, og so fyrrverandi forsætisráðharrin í Litava, Dali Grybauskate, og fyrrverandi forsætisráðharrin í Kroatia, Kolinda Grabar-Kitarovic.

Sambært Foreign Affairs er Kaja Kallas, forsætisráðharri í Estlandi, og forsætisráðharrin í Niðurlondum, Mark Rutte, eisini inni í myndini – eins og fíggjarráðharrin í Kanada, Chryslii Freeland, sum hevur ukrainska mammu, sambært Foreign Affairs.

Eisini verða fyrrverandi forsætisráðharrarnir í Bretlandi, Theresa May og Boris Johnson, nevnd sum møguligir kandidatar, men tað verður ikki tikið heilt í álvara.

Øll 31 limalondini í Nato skal vera samd um nýggja aðalskrivaran.

Undanfarni aðalskrivari, Anders Fogh Rasmussen, hevði trupulleikar at blíva góðkendur av Turkalandi vegna sín stuðul til skrivi- og talufrælsið í Danmark í samband við tær 12 keiputekningarnar av profetinum, sum hin 30. september í 2005 vórðu prentaðar í Jyllands Postinum.