Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ov nógvir skúlaflokkar við fleiri enn 24 næmingum

Magnus Rasmussen vil hava at vita, hvørjar grundgevingar eru fyri at loyva flokkum við fleiri enn 24 næmingum

Tað er fallið Magnusi Rasmussen fyri bróstið, at landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur góðtikið, at umleið 20 skúlaflokkar í føroyskum fólkaskúlum fara at hava fleiri enn 24 næmingar til komandi skúlaár.

Landsstýrismaðurin gjørdi í februar mánaði í svari til munnligan fyrispurning frá Bárði á Lakjuni greitt, at umleið 20 skúlaflokkar fóru at hava fleiri enn 24 næmingar, og Magnus Rasmussen vil tí hava at vita, hvør grundgevingin er fyri at góðtaka hetta.

Magnus Rasmussen vísir á, at grein 20 í fólkaskúlalógini ger greitt, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið í hvørjum flokki ikki at fara upp um 24 næmingar.

– Gongdin seinastu árini árini tykist vera, at alt fleiri skúlaflokkar hava hægri næmingatal enn 24 við skúlaársbyrjan.

– Áhugavert er at fáa at vita, við hvørjari grundgeving landsstýrismaðurin hevur góðtikið og góðtekur, at næmingatalið tíðum verður hægri enn tað, sum er ásett sum meginregla í lógini, sigur Magnus Rasmussen.

Sambært fyribilstølunum hjá Undirvísingarstýrinum eru í løtuni 7113 næmingar innskrivaðir í føroysku fólkaskúlunum til komandi skúlaár.