Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ABBA-limur deyður

Tónleikaframleiðarin og gittarleikarin Lasse Wellander er deyður. Hann gjørdist 70 ára gamal

Familjan hjá ABBA-liminum Lasse Wellander, sum var gittarleikari í svenska bólkinum í fleiri ár, boðaði í síðstu viku frá, at Lasse var deyður eftir stutta sjúkralegu.

-Tað er við stórari sorg, at vit boða frá, at okkara elskaði Lasse sovnaði burtur langa fríggjadag. Lasse fekk fyri stuttum staðfest krabbamein, sum vísti seg hava spreitt seg, skrivar familjan á Facebook.

Tað skrivar svenski miðilin Aftonbladet.

Lasse Wellander var longi gittarleikari í ABBA. Hann spældi við bólkinum – bæði í studio og eisini á fleiri konsertferðum.

Hann var eisini partur av Chess-verkætlanini, ljóðendurgávurnar til filmarnar “Mamma Mia” og “Mamma Mia! Here we go again”.

Eisini var hann við á seinasta útgávuni hjá ABBA, ið eitur Voyage, sum kom út í november í 2021.

Umframt at spæla við ABBA, so spældi Lasse Wellander gittara fyri fleiri stór nøvn, og spældi eisini tónleik í egnum navni.

Lasse Welander við gittara í hendi (Mynd: Wikimedia Commons)