Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Neyvt líka nógvir skúlanæmingar komandi skúlaár

Tað verða neyvt líka nógvir næmingar innskrivaðir í føroysku barnaskúlunum komandi skúlaár sum í verandi skúlaári, vísa fyribilstølini hjá Undirvísingarstýrinum

Talið á innskrivaðum skúlanæmingum í føroysku skúlunum til komandi skúlaár er neyvt tað sama sum talið á næmingum í verandi skúlaári – 7113 næmingar.

Tað vísa hagtølini hjá Undirvísingarstýrinum.

Nógv teir flestu næmingarnir eru sjálvandi innskrivaðir í føroyskar fólkaskúlar, men ein partur er eisini innskrivaður í Skúlan á Trøðni og í frískúlar. Talan er um næmingar í vanligum skúlaaldri – altso ikki miðnámsskúlanæmingar.

Hyggja vit eftir næmingatølunum frá undanfarnu árunum, síggja vit, at talið á skúlanæmingum er tað hægsta, ið tað hevur verið farnu árini.

Í skúlaárinum 2021/22 vóru 6886 næmingar innskrivaðir, í skúlaárinum 2020/21 vóru 6781 næmingar, í 2019/20 vóru 7062 næmingar, og árið fyri var hetta talið 6846 næmingar.

Vanliga verða komandi skúlanæmingar innskrivaðir í skúlan í januar mánaði, og skúlarnir kring landið lata síðani Undirvísingarstýrinum væntaða talið á næmingum til komandi skúlaár.

Fyribilstølini verða av Undirvísingarstýrinum nýtt til at lata skúlunum ta fyrstu játtanina, tí játtanin til skúlaflokkarnar verður latin eftir næmingatalið.

Stutt eftir skúlabyrjan, í september mánaði, lata skúlarnir aftur Undirvísingarstýrinum næmingatøl. Hetta er tí at ofta eru broytingar í næmingatalinum við skúlaársbyrjan, og játtanin til skúlarnar verður síðan rættað til eftir hesum.