Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

McConaughey og Harrelson eru kanska brøður

Tað er ein møguleiki fyri, at Matthew McConaughey og Woody Harrelson eru brøður, vil McConaughey vera við. Mamma McConaughey hevði eftir øllum at døma samband við pápa Harrelson um tað mundið, tá hon og maðurin fóru hvør til sítt.

Amerikanski sjónleikarin, Matthew McConaughey, vil nú vera við, at tað er ein møguleiki fyri, at hann og vinur hansara, Woody Harrelson, sum eisini er kendur sjónleikari, í veruleikanum eru hávlbrøður.

Í podcastinum Let’s Talk Off Camera hjá Kelly Ripa hevur McConaughey gjørt greitt, at mamma hansara gjørdi teimum báðum McConaughey og Harrelson greitt, at hon kendi pápa Harrelson afturi í tíðini, og at okkurt í mátanum, sum hon umtalaði pápa Harrelson uppá, fær hann at halda, at tey kanska høvdu havt kynsligt samband.

Sambært McConaughey hittust mamma hansara og pápi Harrelson um tað mundið, tá foreldrini hjá McConaughey fóru hvør til sítt, og mamman hevði lagt áherðslu á, at hon “kendi” pápa Harrelson.

Pápi Woody Harrelson, Charles Harrelson, varð leigumordari og varð í 1981 dømdur fongusl í lívstíð fyri at hava dripið ein amerikanskan dómara. Hann doyði í fongsli í 2007.

McConaughey og Harrelson hava verið vinir í fleiri áratíggju, og teir báðir spældu eisini í fyrstu røð av True Detective saman.

Sambært McConaughey hugsa teir báðir um, hvørt teir skulu lata seg dna-kanna fyri at vita, um teir veruliga eru brøður. Men McConaughey vísir kortini á, at skuldi tað víst seg, at teir eru brøður, hevur tað kortini ikki tað sama at siga fyri teir báðar, tí Harrelson hevur sama pápa óansæð hvat, men fyri McConaughey merkir hetta, at tann, sum hann hevur hildið verið pápa sín seinastu 50 árini, ikki er pápi hansara kortini.