Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ov nógv misbrúk av reseptheilivági

Alt bendir á, at ov nógvur reseptheilivágur verður misbrúktur í Føroyum, og serliga er tað ADHD heilivágurin, Ritalin, ið hevur verið nógv frammi í seinastuni. Liljan Weihe vil hava greiðu á, hvussu nógv Ritalin í grundini verður útskrivað í Føroyum

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava greiðu á, hvussu støðan er við misbrúki av reseptheilivági í Føroyum, og tí skal landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, nú greiða frá, hvussu nógv ritalin er útskrivað seinastu 10 árini.

Hóast Ritalin er ADHD heilivágur, kann heilivágurin brúkast til rús hjá teimum, ið ikki hava nakran medisinskan tørv á honum.

Misbrúk av reseptheilivági hevur javnan verið frammi seinastu árini, og tað er kanska serliga Ritalin, ið verður misbrúkt. Stundum hendir tað seg, at fólk, ið hava resept upp á Ritalin, selja heilivágin víðari til onnur, ístaðin fyri at brúka heilivágin sjálvi.

Í útlondum er Ritalin serliga kent í universitetsumhvørvinum, har næmingar misbrúka heilivágin antin til at kroysta seg til uppgávuarbeiði ella til veitslur.

Liljan Weihe vísir á, at bæði hjá løgreglu og hjá viðgerarstovnum í Føroyum sæst, at Ritalin verður misbrúkt, og at longu afturi í 2013 kundi Kringvarpið staðfesta, at í árunum frá 2005 til 2011 fimmfaldaðist talið á teimum, ið fingu útskrivað Ritalin frá lækna.

-Ofta verður tosað um at herða eftirlitið við landamørkini fyri at fyribyrgja, at ólóglit rúsevni verða smuglað til landið. Samstundis verða “lóglig” rúsevni útflýggjað á apotekum kring landið hvønn einasta dag, sigur Liljan Weihe, sum umframt at vilja vita, hvussu nógv Ritalin er útskrivað í Føroyum seinastu 10 árini, eisini vil vita, hvussu nógvir borgarar hava fingið útskrivað Ritalin sama tíðarskeið.

Eisini skal Margit Stóra greiða frá, hvør tað er, ið útskrivar Ritalinið – kommunulæknar, sálarlæknar ella onnur – og hvør tað er, sum hevur eftirlit við, at heilivágur ikki verður skeivt útflýggjaður.