Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðið at gera Dalin langa til náttúruøkið byrjað

Tórshavnar kommuna hevur játtað seks milliónir krónur til at gera Dalin langa til náttúruøki. Sáttmáli er undirskrivaður um arbeiðið, og farið verur nú til verka.

Farið verður nú undir at gera náttúruøki í Dalinum langa í Havn, og Tórshavnar kommuna skipar í hesum sambandi fyri arbeiðsdagi 22. Apríl, har ætlanin er at gróðurseta og planta náttúruøki.

Tórshavnar býráð samtykti stutt fyri jól, at náttúruøki skal gerast í Dalinum langa, og seks milliónir krónur eru settar av til verkætlanina, sum inniber gøtusamband í dalinum, gróðurseting fyri ívd og náttúrukenslu, umframt uppihaldspláss, náttúrupláss og útferðarpláss.

Av teimum fýra veitarunum, ið lótu inn boð upp á arbeiðið at gera náttúruøki, valdi kommunan Urtagarðstænastuna, og stutt fyri páskir skrivaðu kommunan og Urtagarðstænastan undir sáttmála áljóðandi 5,3 milliónir krónur.

Eigarafelagið Hoyvíkshædd, ið liggur upp at økinum, er eisini heimilað at skipa nirðasta part av dalinum til eitt býlingsfrýøki hjá teimum, umframt at virkir í grannalagnum, so sum Føroya Tele, eisini fáa høvi at taka lut í arbeiðinum at gróðurseta.

Verkætlanin er tillagað nakað frá upprunaligu ætlanini, og sum partur av tillagingunum skulu enn fleiri trø setast niður. Tilsamans er ætlanin nú at seta umleið 50.000 trø niður í Dalinum, soleiðis at dalurin fær dám av at vera viðarlund.

Urtagarðstænastan hevur kortini gjørt greitt, at lendið er sera vátt niðast í dalinum, og tí er ivasamt, hvussu væl trøini fara at trívast har.

Eftir ætlan er verkætlanin komin á mál á sumri í 2024.