Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

French Open kann verða seinasta kapping hjá Nadal

Rafa Nadal hevur tikið seg úr Barcelona Open, og nógv vilja vera við, at hann sparir seg til Roland-Garros kappingina, tí hetta skal vera hansara seinasta.

Tað gongur sum rótasúpan í tennisheiminum, at Roland Garros, ella French Open kappingin, sum hon eisini verður kallað, verður seinasta kapping hjá Rafael Nadal.

Nadal hevur seinasta árið stríðst heilt nógv við skaðar, og higartil í ár er tað bert blivið til fýra dystir hjá spaniólanum, har hann bert hevur vunnið ein.

Fríggjadagin boðaði Nadal so frá, at hann hevur tikið seg úr Barcelona Open orsakað av skaða – ein kapping, ið Nadal hevur vunnið 12 ferðir.

Talan er hesaferð um skaða í mjødnini, sum Nadal hevur havt síðan Australian Open í januar mánaði, men Nadal hevur eisini viðgingið, at áhaldandi fótskaðin, ið hann eisini hevur stríðst við, fer ikki at verða frægari, líkamikið hvat hann ger.

Nadal hevur áður gjørt greitt, at hansara mál er at vinna fleiri Grand Slam kappingar enn nakar annar, og í løtuni liggur hann á jøvnum við Novak Djokovic á 22 meistaraheitum.

Hildið verður tí, at Nadal ætlar at hvíla kroppin áðrenn Roland Garros kappingina, har hann hevur 14 meistaraheiti, og har hann á hvørjum ári verður roknaður sum favorittur – og síðani gevast.

Pápabeiggin og fyrrverandi venjarin hjá Rafa Nadal, Toni Nadal, segði eisini í mars mánaði, at hann væntar at Nadal fer at gevast antin eftir Madrid Masters ella Roland Garros, ið fara av bakkastokki ávíkavist 26. Apríl og 27. Mei.

36 ára gamli Nadal hevur altíð spælt kroppsliga krevjandi tennis, og tí hava verið mong, ið hava ivast, hvussu leingi kroppurin fór at megna at kappast á hægsta støði. Uttan iva hevur Nadal kortini ætlar um at luttaka á Roland Garros í ár at verja meistaraheitið, ið hann vann í fjør fyri 14. ferð.