Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður viðgongur seg partvíst sekan

Ein 32-ára gamal maður er í Danmark ákærdur fyri at hava frælsistikið eina 13-ára gamla gentu og framt ágang móti henni

Ein 32-ára gamal maður viðurkennir seg partvíst sekan fyri at hava frælsistikið eina 13-ára gamla gentu í yvir eitt samdøgur, har hann hevur gjørt seg inn á hana.

Tað skrivar Ritzau frá rættinum í Næstved í Danmark.

Sambært ákærumyndugleikanum hevði maðurin frælsistikið gentuna frá leygardegnum umleið klokkan 11.43 til hon varð funnin sunnudagin beint fyri klokkan 15 danska tíð, har tann 32-ára gamli maðurin eisini bleiv handtikin.

Funnin aftur eftir stóra rannsókn
Løgreglan eftirlýsti gentuna seinnapartin leygardagin, eftir at hennara súkkla, taska og telefon varð funnin við vegin, har hon koyrdi avísir út.

Sunnumorgunin hevði løgreglan fingið upp ímóti 600 áheitanum frá fólki, sum høvdu videoupptøkur og aðrar upplýsingar í sakini.

Fyrrapartin sunnudagin segði løgreglan, at arbeitt bleiv út frá, at eitt revsivert misbrot var farið fram.

Men seinnapartin sunnudagin kundi løgreglan boða frá, at gentan var funnin á lívi.

Kelda: Ritzau