Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

54.300 fólk – Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram

Seinasta árið eru vit vorðin 608 fólk fleiri í tali. Fólkavøksturin heldur fram, hóast hann ikki er eins stórur, og hann hevur verið.

Hóast vøksturin í fólkatalinum í Føroyum ikki er eins stórur, og hann hevur verið, heldur hann kortini fram, og í mars mánaði vóru 54.303 fólk í Føroyum.

Hetta er níggjunda árið á rað, at fólkavøkstur hevur verið í Føroyum, og hetta er samstundis eisini hægsta fólkatal, ið hevur verið mált her á landi.

Hagstovan vísir á, at vøksturin seinasta árið hevur verið lakari enn undanfarin ár, og hetta kemst í høvuðsheitum av einari stórari minking í burðaravlopinum.

Hinvegin vigar ein vøkstur í nettotilflytingini upp móti hesum, so trendurin í fólkatalinum framvegis peikar uppeftir.

Burðaravlopið er munurin á føddum og deyðum, meðan nettotilflytingin er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í felag eru tað hesi bæði tølini, ið ávirka samlaða fólkatalið.

Seinasta árið hevur burðaravlopið verið 143 fólk, meðan nettotilflytingin hevur verið 465 fólk, og tilsamans eru vit altso 608 fólk fleiri í tali.

Hetta er ein vøkstur upp á 1,1 prosent, sum er eitt vet lægri enn tíðarskeiðið fyri, at fólkavøksturin var 670 fólk og ein prosentvøkstur á 1,3 prosent, vísa hagtølini hjá Hagstovuni.

Vøkstur í flestu kommunum

Av teimum 29 kommununum í Føroyum hevur fólkavøkstur verið í 19 teirra seinasta árið.

Í absoluttum tølum var vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu, í Runavíkar kommunu og í Klaksvíkar kommunu, sum vuksu við ávíkavist 280, 91 og 70 fólkum, meðan fólkaminkingin var størst í Hvalbiar og Sumbiar kommunum – ávíkavist 17 og 14 fólk færri.

Í prosentum vuksu Tórshavnar- Runavíkar og Klaksvíkar kommunur við 1,2 prosentum, 2,1 prosenti og 1,3 prosentum.