Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyskir fangar sleptir út á gøtuna í Danmark

Tað hendir seg, at føroyskir fangar í Danmark verða leyslatnir út á gøtuna í Danmark uttan nakað trygdarnet. Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil vita, hvat samstarv er millum donsku

Tað hendir javnan, at dømdir føroyingar skulu niður til Danmarkar at sita dóm, og av og á hendir tað eisini, at føroyingar verða sendir til Danmarkar í varðhaldsfongsling.

Men tað hendir seg eisini, at føroyskir fangar, ið hava sitið dóm í Danmark, verða sleptir út á gøtuna, tá teir verða leyslatnir – út á gøtuna í Danmark, og ikki í Føroyum, har teir vórðu handtiknir.

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava Ríkisumboðið at greiða frá, hví føroyskir fangar, sum eru handtiknir og fongslaðir í Føroyum, verða sleptir út á gøtuna í Danmark, uttan fráboðan til Almannaverkið ella avvarandi, og altso uttan nakað trygdarnet.

Tað er kriminalforsorgin í Føroyum, sum hevur ábyrgdina av fangum, meðan teir eru í Føroyum, men Liljan Weihe vísir vísir á, at eftirlit og ábyrgd eru torførari at staðfesta, tá fangarnir ikki eru í Føroyum meira.

At síggja til detta fangarnir niður ímillum í skipanini, og Liljan Weihe vil tí hava Ríkisumboðið at greiða frá, hví fangarnir ikki verða førdir heim aftur til Føroyar eftir avsonaðan dóm, har teir upprunaliga vórðu tiknir.

Eisini vil Liljan Weihe hava greiðu á, um nakað skipað samstarv er millum føroyskar og danskar myndugleikar um føroyskar fangar og varðhaldsfangar, ið antin sita dóm ella í varðhaldi í Danmark, og um tilmælini um samstarv millum Kriminalforsorgina og Almannaverkið frá 2021 eru tikin til eftirtektar.