Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Putin hevur vitjað í Kherson

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur verið og vitjað í hersettu økjunum í Kherson.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur eftir øllum at døma verið og vitjað í hersettu økjunum í Kherson.

Tað eru russiskir myndugleikar, sum vilja vera við, at Putin hevur verið og vitjað hernaðarleiðsluna í Kherson fyri at vita, hvussu tað gongur við innrásini. Eisini verður hildið, at Putin var og vitjaði í Luhansk fyrr í ár.

Kherson og Luhansk eru saman við Zaporizhzhia og Donetsk teir fýra landslutirnir, sum Russland annekteraði í fjør – tó uttan at hava fult ræði á teimum.

Sambært BBC siga russiskir miðlar, at á vitjanini í Kherson fregnaðist Putin eisini eftir at vita, hvussu framgongdin hjá russiska herinum er í Zaporizhzhia.

Hóast Russland hevur hildið stórar partar av landslutinum Kherson, vóru russisku herdeildirnar seint í fjør noyddar at taka seg úr sjálvum býnum Kherson eftir mótálop frá ukrainsku deildunum.