Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rættarmálið um ránið er útsett: Ein av teimum ákærdu skal nú handtakast

Fyri aðru ferð er ein av teimum ákærdu ikki møttur upp í rættinum uttan haldgóða umbering. Nu verður løgreglan send eftir honum.

Rættarmálið móti teimum fýra ungu fólkunum, sum eru ákærd fyri at hava hótt og rænt ein mann á einum hotellkamari á Hotel Føroyum, ið eftir ætlan skuldi verið hesar báðar seinastu dagarnar, er útsett.

Tað váttar Ingi Midjord, ákæri, sum skal føra málið fyri ákæruvaldið.

Orsøkin er, at ein av teimum ungu – annar av monnunum- ikki var møttur í rættinum.

Talan er um tvær ungar kvinnur og tveir ungar menn, ið eru ákærd.

Rættarmálið skuldi upprunaliga fyri rætt í februar mánaði, men tað var tá útsett, tí hesin sami ungi maðurin ikki møtti upp uttan at hava haldgóða umbering fyri ikki at vera har.

Les eisini...  Rán á Hotel Føroyum: - Nú heldur tú tín fucking helvitis kjaft

Harumframt var eitt vitni, ið ikki møtti upp, men vitnið hevði eina haldgóða umbering.

Hetta er sostatt aðru ferð, at ungi maðurin ikki møtti upp í rættinum, og ákærin bað tí dómaran um at fáa mannin handtiknan, soleiðis at løgreglan kann føra mannin í rættin.

Hesum eftirlíkaði dómarin, sigur Ingi Midjord, og løgreglan fær tí boð um at handtaka mannin.

Umframt ákæruna um rán er hesin maðurin eisini ákærdur fyri fimm onnur brot um rúsevni og spirituskoyring.

Tað er ikki greitt, nær rættarmálið verður ført móti teimum fýra, men eftir øllum at døma verður tað ikki, fyrr enn maðurin verður handtikin.