Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sóu tóma jollu í havnarlagnum

Farið varð í morgun at leita á havnarlagnum fyri at vita, um onkur var dottin úr jolluni. Ivaleyst er talan um dreingjalótir

Tiðliga í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein jolla lá í havnarlagnum uttan nakran umborð.

Farið varð at leita bæði á sjónum og á landi, men eingin var at finna.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eigarin av jolluni er funnin, og at hann hevur fingið jolluna aftur.

Sum skilst hevur eigarin illgruna um, at onkur møguliga hevur verið og kappað endan á jolluni, soleiðis at hon lá leys í havnarlagnum, men hetta er kortini ikki staðfest enn.