Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útflutningurin til Russlands ikki steðgaður upp

Útflutningsvirðið á fiskavørum til Russlands er nú á sama støði, sum tað var áðrenn februar í 2022.

Hóast útflutningurin av fiskavørum til Russlands minkaði nógv á vári í fjør, er útflutningsvirðið nú á sama støði sum áðrenn februar mánaða í 2022.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Mánaðarligi útflutningurin av fiskavørum var í februar í ár 232 milliónur krónur, og hetta er tað hægsta, hann hevur verið, síðan desembur mánaða í 2021.

Hagstovan vísir eisini á, at útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, og at í februar mánaði var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 105,4 milliónir krónur. Útflutningurin av somu fiskasløgum var í februar í fjør 58,8 milliónir krónur.

Tað skal kortini gerast greitt, at útflutningurin av uppsjóvarfiski sveiggjar nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august.

Aftrat hagtølum fyri útfluttan fisk til Russlands hevur Hagtovan eisini eina uppgerð yvir vørubólkin “aðrar vørur”, sum fyri tað mesta fevnir um sølu av olju til russisk skip. Har var útflutningurin í februar mánaði 12,4 milliónir krónur, ið er áleið tað sama sum í februar mánaði í fjør.