Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vænta 7.121 milliónir í inntøkum næsta ár

Útreiðslukarmurin fyr komandi ár verður 7.274 milliónir krónur, meðan inntøkukarmurin verður 7.121 milliónir krónur. Játtanarkarmarnir koma í dag fyri tingið.

Løgtingið skal í dag viðgerða játtanarkarmarnar fyri 2024, sum er yvirskipaði politiski fíggjarpolitiski karmurin fyri komandi árið.

Í uppskotinum hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, stendur, at samlaði útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 verður 7.274,5 milliónur krónur. Rakstrarkarmurin verður 6.578,6 milliónir krónur, meðan løgukarmurin verður 695,9 milliónur krónur.

Samlaði inntøkukarmurin verður 7.121,2 milliónir krónur.

Framskrivaða úrslitið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 er -153,3 milliónir krónur. Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2024 vísa, at neyðugt verður við átøkum á útreiðslu- og inntøkusíðunum hjá landskassanum.

Átøk verða gjørd fyri tilsamans 213,5 milliónir, og eftir átøkini er eitt avlop á 60,2 milliónir krónur.

Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Ruth Vang eisini á, at framskrivingar fyri 2024 til 2028 vísa, at landskassin fer at hava hall í 2024 til 2026, men hetta verður vent til javnvág í 2027 og avlop í 2028.

Tingfundurin byrjar kl. 11.