Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í gravimaskinu

Tað spældi tíbetur væl av, tá eldur kom í eina gravismaskinu í einum grótbrotið í gjár.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eld í einari gravimaskinu í einum grótbroti norðanfyri.

Tá sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg, at eldur var kyknaður í einum battaríi á einari gamlari gravimaskinu, men tíbetur sat battaríið uttaná gravimaskinuni, so sløkkiliðið fekk skjótt bast eldinum.

Tveir bilførarar í Eysturoy fingu í gjár klipp í koyrikortið, tí at teir høvdu ikki hildið hámarksferðina. 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eitt løgreglufólk var í Eysturoy í gjár og gjørdi ferðamátingar, og tilsamans gjørdist hetta til fýra mál, harav tvey teirra endaðu við klippi í koyrikortið, tí hámarksferðin ikki varð hildin.

Hetta var bæði í og uttan fyri bygt øki.