Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fox News rindar 787 milliónir dollarar í endurgjaldi

Fox News ásannar, at miðilin hevur borið skeivan tíðindaflutning um valsvik við valmaskinunum hjá Dominion undir amerikanska forsetavalinum í 2020

Amerikanski fjølmiðilin, Fox News, hevur játtað at rinda felagnum Dominion 787 milliónir dollarar í endurgjaldið fyri útspilling.

Dominion hevði hálað Fox News í rættin fyri tíðindaflutningin hjá fjølmiðlinum kring amerikanska forsetavalið í 2020, har Fox News í fleiri førum vildi vera við, at groft valsvik var framt móti Donald Trump.

Atkvøðumaskinur hjá Dominion vórðu nýttar til valið, og ein partur av tíðindaflutninginum hjá Fox News snúði seg altso um, at maskinurnar vóru ikki tryggar, og at tær tí vóru partur av valsvikinum.

Dominion gjørdi tí av at saksøkja Fox News fyri 1,6 milliardir dollarar fyri bakbit, og eftir ætlan skuldi rættarmálið byrja í gjár.

Men í evstu løtu komu Fox News og Dominion ásamt um, at Fox News rindar Dominion eina upphædd á 787 milliónir dollarar – umleið helvtin av tí, sum Dominion upprunaliga ætlaði sær.

Neyðugt varð í hesum førinum ikki hjá dómaranum at góðkenna avtaluna, sum millum annað inniber, at ovasta leiðslan í Fox News sleppur undan at vitna.

Sambært BBC ásannar Fox News, at ávísir partar av tíðindaflutninginum vóru ósannir, men at Fox News er sinnað at liva upp til hægstu journlistisku standardir.