Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrilestur um hvalastøðirnar á Suðurgeorgia

Í kvøld, mikukvøldið 19. apríl klokkan 19, verður almennur fyrilestur við Professara emeritus Bjørn L. Basberg undir heitinum "Hvalfangststasjonerne på Syd Georgia. Historie – og kulturarv”

Bjørn Basberg er Professari emeritus á Norges Handelshøyskole í Bergen. Hansara granskingarøki hevur serliga verið tøkni- og maritimsøga, og serligan áhuga hevur hann fyri hvalaveiðin og búskaparligu søguni í økjunum við Antarktis.

Bjørn Basberg er virkin í arbeiðinum at granska og varðveita ídnaðararvin á Suðurgeorgia. Hann er stýrislimur í South Georgia Heritage Trust og limur í Heritage Advisory Panel fyri Suður Georgia.

Tjóðsavnið hevur bjóðað Bjørn Basberg til Føroya, í samband við arbeiðið, sum savnið ger á Hvalastøðini við Áir. Hvalastøðin við Áir er nevnliga av sama slagi, sum ein av hvalastøðunum á Suður Georgia.

Fyrilesturin verður í hølum Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

Fyriskiparnir siga, at tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga væl komin.

Føroyingar hava altíð havt hug at royna fjarar leiðir at vinna lívsins breyð. Hetta sæst millum annað í okkara royndum við stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum. Í bók síni um Lopra og hvalastøðirnar har, greiðir Erling Poulsen frá royndum, sum norðmenn gjørdu við hvalaveiðu á hesum leiðum fyrst í hini øldini saman við føroyskum íleggjarum.

Millum annað er frásøgn um Thomas Jacobsen av Skipanesi. Hann fór í 1913 til Suðurgeorgia at arbeiða á eini hvalastøð, og har hitti hann millum annað kenda pólgranskaran Sir Ernest Shackleton. Thomas arbeiddi umborð á skipi hansara “Endurance”, og har komu teir at kennast (Mynd: Google Maps)