Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lena Anderssen á OY Voxbotn 2023

Lena Anderssen er kendur tónleikari í Føroyum og hevur givið út fleiri útgávur. Nú verður á fyrsta sinni hon at hoyra á Voxbotn 2023

Hon varð fødd í Føroyum, hevur føroyska mammu og norskan/canadiskan pápa. Hon hevur eisini búð í Kanada, men flutti sum ung aftur til Føroya og hevur hon ríkað oyruni hjá føroyingum síðan. Tað hoyrist á tónleiki hennara, at hon hevur canadiskar røtur, tí tað munnu vera fáir føroyingar, ið syngja enska málið eins væl og hon.

Saman við manni sínum, Niclas Johannesen, hevur hon útgivið fleiri útgávur og hava tær verið sera væl móttiknar. Nakrir sangir hava eisini megnað at koma útum landoddarnar, t.d sangirnir ‘Aimee’ og ‘The Airport’ sum hava verið spældir á eitt nú P4 í Danmark og BBC í Bretlandi.

Vit kenna eisni sangirnar “I Still Love You”, “Oh My Lady”, “Home Sweet Home” og “Oh Brother With The Broken Wing”, ið nú fara at hoyrast live, mitt í býnum í Havn. Tað verður uttan iva ein góð løta, so tak ein góðan vin undir armin og kom og njót konsertina vikuskifti 23. og 24. Juni 2023, tá OY Voxbotn 2023 verður á skrá.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji koma á OY Voxbotn 2023.

Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema

Les eisini...  P/F Fakfelag hevur keypt LÍV

Les meira á www.voxbotn.fo