Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nesvegur stendur enn í einum andaleypi

Hóast brimið enn máar av Nesvegnum, sum er farleiðin millum Porkeri og Vágs, so er enn einki gjørt at bøta um trygdina á farleiðini. Stjórin á Landsverki sigur, at arbeiðið við at bøta um vegin hevur drigið nakað út

Fyri einum ári síðan varð skrivað nakað um farleiðina millum Porkeri og Vágs, har brimið hevði etið seg niðan at vegnum.

Men hóast eitt ár er gingið, so stendur Nesvegur enn í einum andaleypi, tí einki er gjørt at bøta um trygdina – fyriuttan tað, at nakrar vegkeylir eru settar upp, soleiðis at ferðslan verður leidd eftir einari farbreyt.

Stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sigur í stuttari viðmerking við FM1, at tilgongdin, at bøta um farleiðina, har fyllast skal uppaftur í innaru Klivagjógv, har brimið hevur máað av lendinum upp móti vegnum, hevur tikið longri enn ætlað.

– Vit væntaðu, at arbeiðið við at prosjektera ætlanina fyri Nesvegin fór at verða klárt við ársenda í fjør, men tað hevur tíverri drigið nakað út, men vit arbeiða við málinum, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Brimið etur seg niðan móti Nesvegnum
Tað var á vetri í fjør, at tað týðiliga sást, at brimið hevði etið seg niðan at Nesvegnum millum Vág og Porkeri.

Á markinum millum Vágs og Porkeris kommunu eru tvær gjáir, Klivagjógv innara og Klivagjógv uttara, har brimið hevur máað alsamt meira av lendinum undir landsvegnum, inntil tað í fjør var komið so mikið nær Nesvegnum, at ein peli í bilverjuni hongur leysur.

(Mynd: Suðurrás)

Við innaru Klivagjógv sæst tíðliga, at tað í 2009 (myndin omanfyri) eru nakrir metrar frá vegjaðaranum og út til sjálva gjónna. Men seinastu árini er meiri og meiri máað burturav lendinum undir landsvegnum.

Hesar myndirnar eru tiknar í dag: