Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum hevur skipað seg

Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna í felagnum, og Ragna Vilhelmsdóttir verður næstforkvinna

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum hevur nú skipað seg eftir aðalfundin, sum varð 1. Apríl í ár, og nevndin er nú farin til verka.

Mary Antonsdóttir stóð fyri vali á aðalfundinum 1. Apríl, men einki mótvalevni var, og tí heldur hon fram. 

Annars hevur nevndin skipa seg við Ragnu Vilhelmsdóttir sum næstforkvinnu, og Fríðhild Winther, Svenn Martinsson og Poula Jørgensen eru nevndarlimir.

Tað er bert Poula Jørgensen, sum er nýggj í nevndini, og hon tekur yvir eftir Marjun Jensen, sum ikki stillaði upp á valinum í ár.

Anna-Lis Dam Petersen og Anita Dam eru tiltakslimir.

Frá nevndini verður sagt, at fyrsti nevndarfundur var í gjár, 18. Apríl, og dagurin varð nýttur til at leggja strategi fyri árið.