Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samrøða við Landsverk: Tað rapaði í Fámjinstunlinum

Tíbetur stóðst eingin mansskaði, tá tað mánadagin rapaði undan loftinum í Fámjinstunlinum. Hoyr Boga Hansen, verkætlanarleiðara, greiða frá, hvat tað var, sum hendi í tunlinum

Mánadagin rapaði leyst tilfar undan loftinum í Fámjinstunlinum, sum er í gerð.

Sigurð Lamhauge, stjóri í Landsverki, sigur, at hetta hendi hendi innast í tunlinum. Øll trygdartiltøk vórðu fylgd, og tí hendi eingin mansskaði.

Bogi Hansen, verkætlanarleiðari í Fámjinstunlinum, greiddi í døgurðatíðindunum á FM1 frá, at tað byrjaði at rapa, meðan arbeitt varð við at sproyta betong upp undir tunnilsloftið. 

-Tað helt fram at detta undan. Um um 7 – 8 tíðina góvust teir við at sproyta, og stutt eftir fóru stórir flakar at detta niður. Alt fólkið varð síðani flutt, sigur Bogi Hansen, sum metir, at millum 500 og 600 kubikkmetrar av tilfari er dottið undan loftinum.

Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Boga Hansen á ljóðfíluni niðanfyri.

Niðanfyri síggjast myndir av Fámjinstunlinum, sum Landsverk hevur tikið.