Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað verður kaldari í veðrinum í vikuskiftinum

Veðrið hevur verið gott hesar seinastu dagarnar, men hann sigur frá kaldari veðri í vikuskiftinum

Í hesum døgum hevur veðrið verið gott kring alt landið, og tað er eisini lýtt í dag.

Veðurstova Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at vit liggja undir einum hátrýsti, sólin hevur sæð og hitalagið hevur ligið um 13-15 stig í fleiri støðum.

Tað byrjaði fyri nørkum døgum síðan við gráligum veðri, skýggjað og mjørki í støðum, men í dag er klárt kring alt landið. Og á myndum, ið eru tiknar úr fylgisveinum, síggjast eingi skýggj, bert frostrípur eftir flogførum langt uppi.

Tað er at njóta góða veðri, sum vit hava í løtuni, tí hann sigur frá kaldari veðri í vikuskiftinum.

Veðurstovan skrivar, at teir næstu dagarnar fer hátrýstið vestureftir og fer at leggja seg við Eysturgrønland. Hetta merkir, at vit fara at fáa eitt kaldari luftrák ímóti Føroyum av útnyrðingi og norði.

Um veðrið í vikuskiftinum sigur Veðurstovan soleiðis:

Leygardagur:

Frískur vindur upp í ein strúk, átta til 13 m/s, fyri tað mesta samdrigið og løtur við ælaveðri, har sum vátakavi kann vera uppií. Hitin millum verður millum tvey og seks stig.

Sunnudagur:

Frískur vindur upp í ein strúk, átta til 13 m/s, av landnyrðingi, seinni norðan, skiftandi skýloft og ælaveður, bæði við regni og vátakava. Hitin millum eitt og seks stig.