Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Betri hagtøl mugu fáast fyri “hjáveiðu” hjá alifyritøkum

Okkurt bendir á, at seiður, sum av røttum skuldi verða upsi, verður tikin í alibrúkum, áðrenn seiðurin verður vaksin

Tað hevði verið skilagott at kanna, hvussu nógvur seiður verður tikin saman við alilaksi í føroysku alibrúkunum.

Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, ið vil hava Høgna Hoydal, vinnumálaráðharra at greiða frá, um nøkur hagtøl eru fyri hesa “hjáveiðu” hjá føroysku laksaalarum.

Jóhannis Joensen vísir á, at ført hevur verið fram, at hesin seiðurin, sum sleppur sær inn í alibrúkini at leita sær eftir mati, av røttum skuldi verið partur av upsastovninum sum vaksin fiskur. Men spurningurin er so, um seiðurin verður til upsa, tí hann verður tikin saman við laksinum, tá hesn verður slaktaður.

Høgni Hoydal skal eisini greiða frá, hvat eftirlit er við seiði í sambandi við laksatøku, og um nakað verður gjørt fyri at forða fyri, at seiður sleppur inn í aliringarnar.

Jóhannis Joensen vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur nakra meting um, hvørja ávirkan tøkan av seiði í sambandi við aling hevur á samlaða upsastovnin í Føroyum.

Umframt at spyrja um støðuna hjá seiðinum, heldur Jóhannis Joensen eisini, at tað er óvanliga nógvur kópur at síggja á føroysku firðunum, og at kópastovnurin er stórur.

Tað er í løtuni ikki loyvi at veiða kóp, men Jóhannis Joensen metir, at nú kópastovnurin er so væl fyri, at kanska tíðin er komin til at loyva skipaðari og burðardyggari veiðu av kópi.