Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Færri fangar – men teir sita longur

Hóast talið á fongslaðum hevur verið støðugt minkandi seinastu 20 árini, hevur ikki tilsvarandi minking verið at sæð í talinum á fongsulsdøgum. Fangarnir sita longri ella fleiri dómar, enn teir gjørdu fyrr

Talið á fongslaðum og varðhaldsfongslaðum í Føroyum hevur seinastu tvey áratíggjuni verið støðugt minkandi, men hóast hetta hevur talið á fongsulsdøgum ikki verið fyri somu minking.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni yvirfongsling í Føroyum fyri seinastu 20 árini.

Júst eftir aldarskiftið vaks talið á fongslaðum frá 101 í 2000 upp í 147 í 2004, men síðani hevur talið á fongslaðum verið í støðugari minking, hóast talið okkurt einstakt ár er farið eitt kvink uppeftir.

Í 2012 var talið á fongslaðum og varðhaldsfongslaðum aftur beint oman fyri 100, men í fjør var hetta talið minkað niður í næstan eina helvt. Tá vóru 57 fólk fongslað.

Talið á fongsulsdøgum hevur seinastu 20 árini verið eitt sindur misjavnt. Fyrsta áratíggju eftir aldarskiftið var talið á fongsulsdøgum nakað hægri enn frá áratíggið eftir, men seinastu fýra árini, frá 2019 til í fjør, hevur rættiliga stór øking verið í fongsulsdøgum – frá 3410 fongsulsdøgum í 2019 og upp í 4651 fongsulsdagar í fjør.

Sambært tølunum hjá Hagstovuni hevur eisini rættiliga stór øking verið í talinum á brotum á rúsevnislóggávu. Í 2002 vóru 62 fráboðað brot á rúsevnislóggávu, meðan hetta talið í fjør var 117. Tað er kanska serliga seinastu 10 árini, at hetta talið er voksið, tí í 2011 vóru bert 47 fráboðað brot á rúsevnislóggávu.