Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fjórðingsfinalurnar verða í kvøld

Fjórðingsfinalurnar í Europa League og Conference League verða í kvøld, har fleiri spennandi feløg skulu dystast um at koma í hálvfinalurnar. Millum annað skal enska stórfelagið Manchester United spæla ímóti spanska Sevilla, sum hevur vunnið Europa League ikki minni enn 6 ferðir. Manchester United hava ein langan skaðalista, millum annað verður Lisandro Martinez, Raphael Varane, Donny Van De Beek, Phil Jones, Tom Heaton, Alejandro Garnacho og Scott McTominay ikki tøkir í kvøld. Eisini kann nevnast, at tann kreativi Bruno Fernandes situr úti við leikbann og er tí heldur ikki tøkur.

Mourinho sum seinast vann Europa League við Manchester United í 2017, nú venjari hjá AS Roma, skal venda einum 1-0 tapið á heimavølli ímóti Feyenoord.

Aðrastaðni taka Sporting Lissabon ímóti Juventus. Tann gamla daman sum Juventus verður rópt, hava havt eitt sera trupult kappingarár, aftaná at hava fingið ein dóm og trekt minus 15 stig, teir liggja nú á einum 7. plássið í Serie A. Men við at vinna Europa League, kunnu teir tryggja sær luttøku í Champions League næsta kappingarár.

Gamla felagið hjá føroyska Samuel Chukwudi, Union SG skal spæla ímóti týska felagnum Bayer Leverkusen. Fyrra uppgerð í Týsklandi endaði 1-1 og teir skulu sostatt spæla seinni dystin í Belgia.

Fýra aðrir dystir verða í Europa Conference League, har millum annað David Moyes og West Ham skulu dystast ímóti belgiska Gent. Kappingarárið hjá West Ham hevur ikki eydnast væl í ár í Premier League og eru bert 4 stig frá niðurflyting. Fyrra uppgerðin endaði 1-1 og við at vinna seg í hálvfinalurnar, kann hava sera stóran týdning fyri liðið í London.    

Les eisini...  Kaimar Saag: - Dysturin var javnur

Her eru dystirnir í Europa League og Conference League:

Europa League

Kl 20:00                               Roma – Feyenoord                                         (0-1)

Kl 20:00                               Sevilla – Manchester United                        (2-2)

Kl 20:00                               Sporting Lissabon – Juventus                      (0-1)

Kl 20:00                               Union SG – Bayer Leverkusen                      (1-1)

Europa Conference League

 

Kl 17:45                               AZ Alkmaar – Anderlecht                               (0-2)

Kl 17:45                               Fiorentina – Lech Poznan                              (4-1)

Kl 20:00                               Nice – Basel                                                     (2-2)

Kl 20:00                               West Ham – Gent                                            (1-1)