Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gundur Mortensen varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Skúlin á Fløtum hevur sett Gundur Mortensen í starv sum varaskúlastjóra

Gundur Mortensen er settur sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Tað boðar Skúlin á Fløtum frá í dag.

Gundur Mortensen er 59 ára gamal. Hann hevur seinastu mongu árini arbeitt í Námi, har hann hevur verið kt-ráðgevi, ritstjóri og KT-leiðari. Gundur hevur harafturat arbeiðsroyndir frá lærda háskúlanum í Lillehammer og frá CFU København umframt at hann hevur verið lærari í Kvívíkar skúla og Skúlanum á Argjahamri.

Gundur Mortensen hevur umframt læraraútbúgving, diplomútbúgving í leiðslu av Glasi og hevur kt-didaktiskt masterprógv frá lærda háskúlanum í AAlborg umframt aðra viðkomandi kt-útbúgving. Gundur kennir skúlaverkið úr erva og av síðulinjuni og vit eru spent upp á at fáa hann í leiðslutoymi á Fløtum

Gundur Mortensen byrjar í starvinum 1. august.

12 umsøkjarar vóru til starvið, sum varð lýst leyst 31. mars.