Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvat fara Anna og Óli at borðreiða við í sendingini Matur fyri Pætur fríggjadagin kl. 17.15?

6. sending av Matur fyri Pætur verður send á FM1 fríggjadagin eftir tíðindini kl. 17.00 og verður spennandi at hoyra hvat Anna og Óli borðreiða við í hesi sending. Vit kunnu siga so mikið at tey fingu hjálp frá 8 ára gamla Boas. Í hesi sending verður dentur lagdur á at fáa børnini at hjálpa til í matgerðini.

Tað er Stella Zachariassen, sum fyriskipar sendingina og í komandi sending er Petur Zachariassen vertur.

Lurtið við á FM1 – fríggjadagin eftir tíðindini kl. 17.00.