Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Man Utd er úti av Europa League

42.000 áskoðarar vóru staddir á Ramón Sánchez Pizjuan leikvøllinum, ið sóu heimaliðið Sevilla vinna ein sannførandi 3-0 sigur á Manchester United. Eitt satt vónbrot fyri enska stórfelagið, tá ið ein feilur í uppspælinum, gjørdi at marokanski áleyparin Youssef En-Nessyri legði Sevilla á odda 1-0. Hettar úrslitið helt heilt til hálvleiks. Í seinni hálvleiki skifti United venjarin Erik Ten Haag, Marcus Rashford inn fyri Jadon Sancho. Men lítið hjálpti, tí tveir minuttir inn í seinna hálvleiki legði verjuspælarin Loïc Badé heimaliðið á odda 2-0, aftaná eitt hornaspark av Ivan Rakitic. Málverjin David De Gea hevði ikki sín besta dag á kontórinum, tá ið hann í gávuhumøri misti eina temjing og gav bóltin til Youssef En-Nessyri, sum kundi avdribbla málverjan hjá United og róliga kundi leggja bóltin í netið til endastøðuna 3-0.

Eisini var spenningur upp til AS Roma og Feyenoord, tá ið finalistarnar í Conference League í fjør brustu saman. Feyenoord var á odda 1-0 undan seinna dystinum. Leonardo Spinazzola legði Roma á odda 1-0 í seinna hálvleiki. Feyenoord javnaði 10 minuttir fyri spælitíð, við málið frá innskifta Igor Paixao. Men Paulo Dybala vildi tað annarleiðis, sum legði AS Roma á odda og dysturin fór til forlongda spælitíð. Orkan bar undan hjá Feynoord í forlongdu spælitíðini, tá ið liðið frá Rom skoraði 2 mál frá Stephan El Shaarawy og Tammy Abraham. AS Roma var sostatt víðari við einum samanløgdum úrslitið 4-2.

Hinir dystirnir góvu ikki ta stóru yvirraskilsir, tá ið bæði Bayer Leverkusen og Juventus komu víðari. Dysturin á Stade Joseph Marien, vann liðið hjá spanska Leverkusen venjarnum Xabi Alonso ein sannførandi 4-1 sigur á belgiska Union SG og kundi samanlagt vinna 5-2. Juventus vóru lítlir favorittar til dystin ímóti Sporting Lissabon, aftaná ein 1-0 sigur í fyrra dystinum. Juventus kom eisini á odda tíðliga í fyrsta hálvleiki, aftaná eitt klumpspæl í 16 metrinum hjá Sporting Lissabon, stakk bólturin til Adrien Rabiot og legði Juventus á odda 1-0. Men hettar kundi tykjast gerast torført hjá italienska stórfelagnum, tá ið enski Marcus Edwards javnaði til 1-1 á einum brotsparki. Í 87’indi minutti brendi Sebastian Coates ein stóran kjans, sum annars hevði forlongt dystin. Men tað eydnaðist ikki hjá Sporting at fáa fleiri mál og Juventus eru tí víðari samanlagt 2-1.

Les eisini...  Gonzalo Montiel gjørdist hetjan - Sevilla hevur vunnið Europa League

Í hálvfinaluna møtast hesi liðini:

Juventus – Sevilla

AS Roma – Bayer Leverkusen

Fyrri dysturin í hálvfinaluni verður hósdagin 11 mai, klokkan 20.