Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norskir tingmenn á laksavitjan í Føroyum

Fundur hevur í dag verið millum Høgna Hoydal og umboð fyri fíggjarnevnevndina í norska Stórtinginum. Stórtingslimirnir eru komnir til Føroya fyri at vita, hvussu føroyingar skatta laksavinnuna

Umboð fyri norska Stórtingið eru í hesum døgum í Føroyum fyri at kanna, hvussu føroyingar skatta laksavinnuna, og um partar av føroysku avgjaldsskipanini kunnu nýtast í Norra.

Tað sigur norski miðilin E24.

Bæði Geir Pollestad frá norska Miðflokkinum og Mona Nilsen frá Arbeiðaraflokkinum, sum bæði sita í fíggjarnevndini í Stórtinginum, eru við á vitjanini, har tey millum annað hava hitst við Høgna Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharra, umframt at tey bæði skulu hittast við fíggjarnevndina i løgtinginum og fleiri alarar.

Norska stjórnin hevur í seinastuni arbeitt við at nýskipa skattingina av norsku alivinnuni, men ætlanirnar hava fingið sterka mótstøðu frá norsku alivinnuni.
Hóast nýggjar skattareglur fyri laks mi í gildi í Norra á nýggjárinum, hevur stjórnin longu lagt broytingaruppskot fram, men enn eru ikki allir partar nøgdir, og bæði norskir laksaalarar og norska vinnuhúsið, NHO, hava heitt á Stórtingið um at senda uppskotið aftur til stjórnina fyri at vita, um ikki onnur alternativ eru møgulig.