Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pedagogfelagið: – Lønarlyftið loysir ikki trupulleikan

Lønarlyftið munar hjá umsorganarfakbólkunum, men tað loysir ikki trupulleikan, heldur Pedagogfelagið

Avgerðin hjá landsstýrinum at geva nøkrum fakøkjum eitt lønarlyft er ein neyðug avgerð, tí lønarlyftið bøtir um at fáa kappingarførar lønir í rekruteringskrígnum. Men eitt lønarlyft í sær sjálvum loysir ikki veruligu avbjóðingarnar á økinum.

Tað sigur Pedagogfelagið, nú Landsstýrið ætlar at lyfta lønirnar hjá fakbólkunum í umsorganarøkinum.

Sambært Pedagogfelagnum er trupulleikin tann, at almennu arbeiðsgevararnir fastlæsa ein lønarkarm, og soleiðis verða byrjanar- og endalønirnar fyri fakøkini avgjørd, óansæð hvat hendir, tá fakfeløgini koma til lønarsamráðingar.

-Hetta er enn eitt dømi um, at frælsu samráðingarnar ikki eru veruligar samráðingar, men heldur ein diktering, har fyrilit ikki verða tikin fyri avbjóðingum hjá einstøku fakøkjunum, sigur Pedagogfelagið.

Pedagogfelagið vísir á, at ætlaði hátturin fyri lønarlyftið førkar bara trupulleikarnar longur út í framtíðina.

Pedagogfelagið vísir eisini á, at lívslønin hjá einum pedagogi er eina til tríggjar milliónir aftan fyri onnur fakøki við somu ella stytri útbígvingarlongd eftir 40 ár á arbeiðsmarknaðinum – eisini eftir lønarlyfti – og at í sambandi við eftirlønirnar eru pedagogar eisini millum tvey og fimm prosent verri fyri.

Pedagogfelagið fýlist eisini á, at tey vórðu ikki hoyrd, áðrenn tey fingu kunning um, hvussu lønarlyftið skuldi setast í verk.

-Fyri okkum hevði tað púra greitt sømt seg best at tikið okkum við at viðgjørt broytingarnar.

-Vit hava tí eina greiða væntan um, at sáttmálasamráðingarnar hesaferð fara at loyva okkum at samráðast heldur enn bara at fáa álagt ein karm og innihaldið í einari nýggjari sáttmálasemju, sigur Pedagogfelagið.