Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dystarendi og samrøður Neistin – Kyndil

Kyndilskvinnur kundu fegnast eftir fyrru hálvfinaluni móti Neistanum, sum Kyndil vann 27-19. Hoyr samrøðu við Brynju Høj úr Neistanum og Báru K. Hansen úr Kyndli

Tað gjørdist ongantíð spennandi, tá Neistin og Kyndil hittust í fyrru FM-hálvfinaluni í hondbólti hjá kvinnum.

Kyndilskvinnur vunnu ein greiðan 27-19 sigur, og vóru eisini á odda í steðginum 16-8.

Liðini hittast longu aftur í høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 15, og tá hevur Kyndil heimavøll. Vinna kyndilskvinnur tann dystin, so hava tær vunnið sær luttøku í FM-finalunum. Vinnur Neistin hinvegin, so verður neyðugt við einum dysti afturat, sum verður leiktur í komandi viku.

Samrøður við Brynja Høj og Bára K. Hansen