Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Schumacher stevnir týskum blaði

Týska blaðið Die Aktuelle hevur lýst við samrøðu við Michael Schumacher. Trupulleikin er kortini tann, at samrøðan er ikki við Michael Schumacher, men við tilgjørdan vitleika - ein sokallaðan AI bot

Familjan hjá týska Formula1 koyraranum, Michael Schumacher, eru nú í ferð við at fyrireika eina stevning móti týska blaðnum Die Aktuelle.

Hetta váttar familjan fyri Reuters.

Orsøkin er, at týska blaðið herfyri hevði eina mynd av Schumacher á forsíðuni, har yvirskriftin segði “Michael Schumacher, fyrsta samrøðan”.

Undir yvirskriftini stendur at lesa, at “tað ljóðar ótrúliga veruligt”, og í greinini framgongur tað, at talan er altso ikki um eina samrøðu við Michael Schumacher sjálvan, men at sitatini frá honum eru frá tilgjørdum vitleika – sokallaðum artificial intelligence.

Schumacher, sum er sjeyfaldaður Formula1 meistari, var í skívanlukku í 2013, har hann fekk ógvisligar skaðar í høvdið og varð lagdur í koma.

Schumacher varð fluttur heim av sjúkrahúsinum í 2014, men familjan hevur verið rættiliga privat um heilsustøðu hansara síðani.