Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjørnan – H71 35-36 – Samrøða við Janu Mittún og Sonju Sirdal á Bergi

H71 vann við einum máli í Klaksvík í gjárkvøldið, tá Stjørnan tók ímóti hoyvíkskvinnum í fyrru hálvfinaluni. Hoyr samrøðu við Janu Mittún og Sonju Sirdal á Bergi eftir dystin

H71 vann í gjárkvøldið ein tepran 36-35 sigur á Stjørnuni í fyrru FM-hálvfinaluni í SMS-deildini.

Í hálvleikinum stóð á jøvnum 20-20.

Í seinna hálvleiki runnu hoyvíkskvinnur undan, men Stjørnan fall ongantíð í fátt og klaksvíkskvinnur bardu seg upp til støðuna 35-36, tá tað restaði ein hálvur minuttur. Stjørnan hevði eisini møguleika at javna, tá liðið vann bóltin í endanum av dystinum, men tíverri fyri klaksvíkskvinnur spurdist ikki mál burturúr.

Tí er tað at kalla púra opið, hvat av hesum báðum liðum kann vinna seg í FM-finaluna, tá liðini aftur møtast til seinnu hálvfinaluna, sum verður í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið klokkan 18.

Vinnur H71 tann dystin, so hava hoyvíkskvinnur vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur Stjørnan hinvegin dystin, so verður neyðugt við einum triðja dysti millum liðini. Tann dysturin verður leiktur í Hoyvíkshøllini í komandi viku – vinnur Stjørnan dystin komandi leygarkvøld.

Hoyr her samrøðu við Janu Mittún, H71, og Sonju Sirdal á Bergi úr Stjørnuni. Sjúrður Hildarson Hoydal segði frá dystinum: