Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frans pávi missir sítt bláa flugubein á Twitter

Higartil hevur tað verið ókeypis at hava eitt blátt flugubein á tínari Twitter-konto, har sosiali miðilin staðfestir tína konto, men nú hevur Elon Musk, sum eigur Twitter, ætlanir at taka pening fyri bláa flugubeinið

Twitter-eigarin, Elon Musk, hevur havt ætlanir um at strika bláa flugubeinið, har sosiali miðilin váttar fyri tínari konto á Twitter. Hetta hevur higartil verið ókeypis, men nú er ætlanin framd í verki.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Í framtíðini sleppa bert Twitter-profilar, sum hava goldið fyri tað, at hava bláa flugubeinið.

Ein av teimum fyrstu at missa sína staðfesting sum viðurkendur profilur á Twitter, er katólska yvirhøvdið, Frans pávi. Á Twitter eitur hann @Pontifex.

Tað var í november í fjør, at Elon Musk boðaði frá, at í framtíðini skuldi eitt gjald upp á átta dollarar – umleið 60 krónur – gjaldast um mánaðin fyri hetta bláa flugubeinið, har sosiali miðilin viðurkennir tína Twitter-konto.

Tað er í høvuðsheitum kend fólk, politikkarar og tíðindafólk, sum hava brúkt hetta bláa flugubeinið at skilja seg út frá mongdini á sosiala miðlinum.

Umframt Frans páva, so hevur amerikanska sangkvinnan Selena Gomez og Harry Potter-rithøvundurin, J.K. Rowling, sum hava mist sítt bláa flugubein á Twitter.