Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Granskarar halda seg hava funnið orsøkina til grátt hár

Túrarnir til frisørin at fáa sær liting í hárið hoyra kanska skjótt fortíðini til, tí granskarar halda seg hava funnið útav, júst hví hárið gránar

Granskarar frá læknavísindadeildini Grossman School of Medicin á New York University halda seg hava funnið útav, hví hárið gránar við aldrinum, og at hetta kann møguliga vera fyrsta trinið í menningini at steðga gráum hári.

Granskingin hjá granskaraliðnum vísir á, at stem-kyknur, ella rótkyknur, við tíðini seta seg fastar og av somu orsøk ikki kunnu búnast fyri at halda hárlitinum viðlíka, sigur The Guardian.

Ávísar rótkyknur, sum hava eginleikan at broytast til mong onnur sløg av kykjnum, hava eginleikan at flyta seg millum ymisk støð í hársekkunum, men at tær missa hendan eginleikan við tíðini, sum so sæst aftur sum gránandi hár.

Kanningin varð gjørd á kyknur í húðini á mús, men sum eisini eru at finna hjá fólki, og tað er tí ikki óhugsandi, at sami trupulleiki ger seg galdandi hjá fólki sum hjá mús, sigur Qi Sun, granskingargarleiðari, sambært The Guardian.

Granskararnir halda tí, at um tað er so, at teir hava funnið orsøkina til gránandi hár, kann hetta samstundis eisini vera fyrsta fetið til at steðga ella umvenda prosessini við gránandi hári.

Hárlitur verður stýrdur av, hvørt hesar rótkyknurnar halda fram við at mennast og gerast búnar, soleiðis at tær kunnu framleiða tey proteinini, ið gera hárlit.