Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hevur Arsenal fingið gummibein?

Heimaliðið spældi javnt 3-3 ímóti Southampton í kvøld og gevur ein gyltan møguleika fyri Manchester City at leggja seg á odda í Premier League.

Southampton kom á odda 2-0, tá ið 14 minuttir vóru farnir. Málini fingu Carlos Jonas Alcarez og fyrrverandi Arsenal leikaran Theo Walcott. Arsenal fekk minkað um munin til 2-1 við málið frá Gabriel Martinelli, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Southampton økti um munin í 66’inda minutti við málið frá innskifta miðverjanum Duje Ćaleta-Car.

Norski Martin Ødegaard minkaði um munin til 2-3, stutt fyri leiklok. Ímeðan Bukayo Saka fekk javnað í yvirtíðini.

8 minuttir vóru lagdir afturat vanliga leiktíð, men einki riggaði hjá heimaliðinum og dysturin endaði 3-3.

Hettar merkir at Arsenal eru fremst við 5 stigum, men við tveimum dystum fleiri enn Manchester City.

Manchester City skuldi upprunaliga spæla sunnudagin ímóti Brighton. Men av tí at Brighton skal spæla hálvfinalu í F.A Cup ímóti Manchester United, er hesin dysturin útsettur.

Mikudagin bresta Manchester City og Arsenal saman, sum kann sigast at verða ein sera avgerandi dystur í meistaraheitinum.