Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanning: Annar hvør føroyingur vil steingja havnirnar fyri russarum

Ein nýggj kanning frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vísir, at næstan annar hvør føroyingur vil hava føroyskar havnir stongdar fyri russiskum skipum

Tað er ikki stórvegis álit, sum vanligi føroyingurin hevur á eftirlitið við útlendskum fiskiskapi.

Tað vísir ein nýggj kanning, ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur latið gjørt, og sum verður almannakunngjørd í komandi viku.

Kanningin sjálvt er altso ikki tøk fyri almenninginum enn, men Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur almannakunngjørt nøkur fá úrslit úr kanningini á Facebook vanga sínum.

700 fólk eru spurd í kanningini, men tað skal kortini nevnast, at kanningin varð gjørd áðrenn avdúkingarnar hjá NRK, DR og øðrum fyrr í vikuni um møguliga njósning umborð á russiskum fiskiskipum.

Men kanningin vísir, at bert 27 prosent av føroyingum halda, at eftirlitið við útlendskum fiskiskapi er gott, meðan heili 47 prosent halda, at eftirlitiðð ikki er nóg gott.

Harumframt vísir kanningin eisini, at næstan annar hvør føroyingur heldur, at vit eiga at lata havnirnar aftur fyri russiskum skipum.

35 prosent halda, at havnirnar framhaldandi skulu vera opnar fyri russiskum fiskiskipum.